Vinna

Norðingur landar svartkjaft í Kollafirði

...

2018-01-18 20:19 Author image
placeholder

Norðingur kemur á Kollafjørð um 10-tíðina í kvøld við 735 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn. Svartkjafturin verður heilfrystur á Faroe Pelagic.

Norðingur hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har øll tey føroysku skipini eisini royna, harafturat eru nøkur russisk skip á feltinum.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið hevur verið av tí fagrasta har suðuri, eisini verður sagt frá góðum veðrið í morgin og leygardagin, sunnudagin øtlar hann eitt sindur, men komandi vika sær hampulig út.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder