2018-01-06 09:51

Norðingur kom á Kollafjørð mitt í nátt við 1.500 tonsum av makreli, sum teir landa til Faroe Pelagic, teir byrjaðu at landa kl. 4 í nátt.
Vit tosaðu umborð á Norðing í gjárkvøldið, teir hava roynt vestur úr Orknoyggjunum á umleið 53N og 5V, tað er góður makrelur teir hava - uml. 400 gramm.
Fleiri føroysk skip voru á leiðini har Norðingur royndi, tað var sjaskveður á leiðini í allan gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald