2018-09-13 14:04

Norðingur er farin at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 750 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, Norðingur verður á Kollafirði kl. 2 í nátt.
Norðingur hevur fiskað í føroyskum sjógvi, støddin á makrelinum er sera góð - 490 gramm í meðal.
Tummas T. er júst nú liðugur at landa 700 tons í Kollafirði, upprunaliga ætlanin var at teir fyrst skuldu landa 100 tons til Vestmanna Seafood, og so skuldu teir fara á Tvøroyri at landa 600 tons, tað varð broytt, so teir landaðu tey 600 tonsini til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald