Vinna

Norðingur, Hoyvík og Tummas T landa í Kollafirði

...

2017-11-01 16:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á Faroe Pelagic í Kollafirði er nógv virksemið - Norðingur kom á Kollafjørð í morgun, Tummas T. kemur kl. 7 í kvøld og í nátt ella tíðliga í morgin kemur Hoyvík á Kollafjørð.

Norðingur landar í løtuni, teir hava góð 1.100 tons, Hoyvík skal landa aftaná teir hava 450 tons og Tummas T. skal landa fríggjamorgunin teir hava 1.100 tons - sum teir fingu í tveimum hálum, Tummas T. var á feltinum í 14 tímar - Hjá øllum er talan um sild.

Sildaprísurin liggur í løtuni um kr. 2,80 fyri kilo, í fjør kom prísurin hesa tíðina uppí kr. 6,70 fyri kilo.

Nú kunnu skipini goyma ein part av kvotuni til komandi ár, tí er væntandi, at fleir skip fara at gevast á sildaveiðuni nú, og goyma tað íð eftir er av kvotuni til komandi ár, tá teir meta at prísurin fer at fara upp, tí tá verða tað trý virkir, sum koma at kappast - Varðin Pelagic verður klárt at koma í drift aftur til komandi ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder