2017-10-25 08:03
Norðborg kom á Fuglafjørð kl. 8 í morgun, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, teir hava 180 rúmmetrar av lýsi.
Seinnapartin fara teir í Ánirnar at landa tað frysta, teir hava 1.350 tons av frystum, harav eru 930 tons sildafløk og 420 tons heilfryst sild.
Vit tosaðu umborð tíðliga í morgun, skiparin Jón Rasmussen segði, at tað er nógv sild í føroyskum sjógvi, teir seinastu 42-dagarnar hava teir gjørt 4 túrar, har veiðan hevur ligið um 1.350 tons fyri hvønn túrin.
Norðborg kemur í Ánirnar kl. 4 seinnapartin, teir fara avstað aftur á middegi í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald