Vinna

Norðborg siglir inn fullfermd

...

2018-11-18 13:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur roynt eftir sild í altjóða sjógvi - á umleið 68N, siglir inn fullfermd, teir hava 1.400 tons av frystum, harav eru 45 tons heilfryst og restin er sildafløk, eisini hava teir 260 tons av mjøli og 180 tons av lýsi.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan, Jón segði, at tað sá út til, at fiskiskapurin var heldur minni nú, enn hann hevði verið. Teir høvdu hampuligt veður eitt lot ímóti. Norðborg verður á Fuglafirði seinnapartin í morgin, har teir bunkra og pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún.

Týsdagin landa teir í Ánunum og mikumorgunin fara teir nýggjan túr, teir eiga kvotu eftir til ein lítlan túr, so teir fara aftur í altjóða sjógv norðanfyri, har royna nú Jupiter og Fagraberg, Tummas T. er ávegis norðureftir og Tróndur í Gøtu hevur júst nú loyst, teir fara eisini á sildaveiðu í altjóða sjógvi. Finnur Fríði landar á Tvøroyri

Hini føroysku skipini eru antin á makrelveiðu ella svartkjaftaveiðu, tey royna øll eystur úr Føroyum í føroyskum sjógvi, eisini eru nøkur útlendsk skip á svartkjaftaveiðu við Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder