2018-07-12 14:32

Føroysku skipini Norðborg og Christian í Grótinum hava verið til makrelfiskiskap við Eystur-Grønland, men har er slettis einki komið burturúr, teir hava tí tikið avgerð um at gevast.
Tá ið vit tosaðu umborð á Norðborg við skiparan Jón Rasmussen, fyri løtu síðan, segði hann, at bæði Christian í Grótinum og teir vóru á seinasta tovi nú, tá ið trolið kom á dekkið, so verður kós sett heim.
Jón Rasmussen helt, at tað var hitin í sjónum, sum ikki er tilvildar, og viðvíkjandi hitanum so gekk bara skeivan veg.
Har royna eisini fleiri grønlendsk skip, og hjá teimum er sama skil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald