2018-10-16 12:03

Norðborg liggur norðanfyri, har teir framleiða tað seinasta á hesum túrinum, teir komu undir land í nátt.
Tá ið liðugt verður at framleiða seint í kvøld, tá fara teir at vaska skipið, áðrenn teir koma inn.
Teir koma á Fuglafjørð tíðliga í morgin, har teir skulu landa alla veiðuna, teir hava 1.400 tons av sildafløkum, 330 tons av mjøli og 220 tons av lýsi. Teir landa alt í Fuglafirði, tí at goymslan í Ánunum er full av frystari vøru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald