2017-10-03 22:12
Norðborg siglir inn, teir skulu landa í Ánunum í morgin kl. 6 (mikumorgunin). Norðborg hevur roynt tætt norðanfyri Føroyar á uml. 64N, teir hava hendan túrin bara fiskað sild.
Norðborg hevur tilsamans 1.270 tons, harav er 670 tons sildafløk og 600 tons heilfryst sild.
Vit tosaðu í kvøld við stýrimannin - Árna Dalsgaard - hann segði, at fitt av sild var at síggja norðanfyri, sildin teir høvdu fingið hendan túrin lá millum 380 og 390 gramm.
Norðborg fer nýggjan túr seint mikukvøldið.
Skipari á Norðborg hendan túrin er Jón Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald