Norðborg var á Fuglafirði í nátt, har teir bunkraðu og pumpaðu lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, só fóru teir út aftur at arbeiða tað undan, sum teir høvdu í tangunum og gjørdu annars skipið reint.
Um 2-tíðina í dag komu teir í Ánirnar við 1.380 tonsum av frystum og 290 tonsum av mjøli, sum teir skulu landa í Ánunum í morgin. Av teimum 1380 tonsunum av frystum eru 1.260 tons sildafløk og 120 tons er heilfryst sild.
Vit hava tosað við skiparan Hans Klakkstein, hann segði, at tað er góð sild, teir hava fiskað, støddin liggur frá 380 til 400 gramm.
Hans segði eisini, at hann ivaðist í, um teir fara nýggjan túr týsdagin, veðurforsøgnin er einki serlig, so tað kann væl henda, at teir bíða til seinni í vikuni.
Hans segði eisini, at teir nú bert hava kvoto til ein sildatúr afturat í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald