Vinna

Norðborg hevur fulla last av heilfrystum svartkjafti

...

2018-01-26 16:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg er fyri løtu síðan komin í Ánirnar við fulllari last av heilfrystum svartkjafti - 1.332 tons, sum teir hava fiskað í 10 dagar á feltinum sunnanfyri, harafturat hava teir 200 tons av mjøli.

Vit tosaðu við skiparan - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan, hann segði, at teir vónaðu, at lodnuloyvini koma uppá pláss, so fara teir beint á lodnuveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Manningin telur 28 - harav er ein kvinna hon hevur verið 2. kokkur - Sí myndina niðanfyri av 2. kokki og pápa hennara, sum er skipari á Norðborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder