2018-09-21 14:44

Tíðliga í morgun kom Norðborg á Fuglafjørð, til at pumpað lýsið í tangarnar hjá Havsbrún og til at bunkra til komandi túr.
Kl. 10 komu teir í Ánirnar, har teir landa 1.090 tons av skráskornum makreli, segði Jón Rasmussen skipari, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann. Jón segði eisini, at fitt av makreli var at síggja norðanfyri, men at makrelurin í ár stendur heldur longuri eysturi enn í fjør.
Norðborg fer nýggjan túr seint í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald