Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2018-10-04 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg landar í Ánunum í morgin. Teir koma á Fuglafjørð kl. 6 í morgin, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, síðan verður farið í Ánirnar at landa tað frysta, teir byrja at landa í Ánunum á middegi í morgin.

Norðborg hevur góð 1.300 tons, harav 400 tons er skráskorin makrelur og 900 tons er sildafløk.

Teir hava hendan túrin bæði roynt í íslendskum- og føroyskum sjógvi, segði stýrimaðurin Jóhan Isaksen, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu umborð.

Tað eru 25 mans við hendan túrin, skipari er Hans Klakkstein.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder