2013-12-16 01:53

Fyri løtu síðan tosaði ??F við sløkkiliðsleiðaran í Sørvági - Kristian Olsen - Kristian segði at í Sørvági hevði tað verið av ringasta veðri, tað vesta hann visti um. Sløkkiliðsleiðarin segði, at tað vóru nógvir og umfatandi skaðar í Sørvági. Teir høvdu fingið hjálp frá Vága Bjargingarfelag, at hjálpa soleiðis at skaðarnir ikki gerast størri enn neyðugt.
Eisini tosaði ??F við sløkkiliðsleiðaran í Fuglafirði - Jóhan Clementsen -, har hevði eisini verið av mesta vindi, sløkkiliðsleiðarin segði at einir 25-30 skaðar høvdu verið í Fuglafirði.
Les eisini: Russiskur trolari rikin á land á Signabø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald