N??GVIR HARUHAGAR MANGLA ENN AT VERÐA SKRÁSETTIR Í VÁGUM, tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum fæst við hagtøl um haruna.
Tað gongur eitt sindur striltið við at fáa veiðutøluni skrásett á heimasíðuni "haran.fo". Serliga á Vágum manglar nógvir hagar.
Eg fari tí at ´spyrja, um harumenn kunna vera so vinarliga at skráseta túrarnar, so at vit eisini fáa eina hampuliga fullfíggjaða skráseting fyri Vágar.
í Sørvági eru higartil skrásett veiðutøl fyri 2 hagar, so enn mangla úrslitini fyri hesar 6 hagarnar:
- Suðurtriðingur - Sunnaripartur
- Suðurtriðingur - Ytripartur
- Teigarnir
- ??ttriðingur Selvíkar - Eystaripartur
- ??ttriðingur Selvíkar - Vestaripartur
- ??ttriðingur - Heimaripartur
í Miðvági eru higartil bara skrásett veiðutøl fyri 3 hagan, so har mangla úrslitini fyri hesar 6 hagarnar:
- Eggin
- Heimanhús á Fjøllum
- Nípan
- Norðaraleiti
- Tjørndalsegg
- Uttanhús á Fjøllum
í Sandavági eru higartil bara skrásettir veiðutøl fyri 6 hagan. ??rslitini mangla fyri hesar 5 hagarnar:
- Dalhagi
- Eyðansstovuhagi
- Gimbragonga
- Oyrargjáarhagi
- Slættaneshagi.
í Gásadali eru skrásett veiðutøl fyri 2 hagan, so har mangla úrslitini fyri hesar 3 hagarnar:
- Garðshagi
- Rygvíkshagi
- Uttanfyri í víkum
í Bø eru allir hagarnir skrásettir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald