2018-10-23 12:28

Í Kvívík eru teir í holt við eina stóra útstykking, har verður gjørt klárt til 18 grundstykkir, av teimum eru 17 umbiðin ella seld, sigur borgarstjórin Heri Muller við JN.fo
Tað er Tórhallur Hansen úr Kollafirði, sum stendur fyri arbeiðinum. Borgarstjórin sigur, at í februar komandi ár verður klárt at byggja á nýggju stykkini í Kvívík, stykkink kosta frá kr. 210.000 uppí kr. 280.000.
Borgarstjórin í Kvívík roknar við, at fólkatalið í kommununi fer at økjast nógv, tá ið byggingin fer í gongd.
Borgarstjórin segði eisini, at kommunan í løtuni hevur eitt stykkið á Válinum, sum ikki er selt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald