Vinna

Nógv hýsa á Føroyabanka, men framvegis lítið av toski

...

2018-09-13 12:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hav.fo: Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka um heystið, har 29 trolhál á ein tíma verða tikin. Tað var nógv til av hýsu, líka nógv sum metárið 2002 og var hetta hýsa í øllum støddum. Tað var framvegis lítið til av toski.

Vanliga fæst bert toskur, sum er yvir 80 cm langur, men í ár var ein partur av toskinum millum 60 og 75 cm langur. Hesin fiskur, sum møguliga er frá 2014-2016-árgangunum, kann møguliga fáa nøgdina av toski (í vekt) at økjast nakað komandi árini.

Les túrfrágreiðinginaher.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder