JN

Nógv fólk í hoyggj

...

2013-07-24 22:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár og í dag hevur verið góður hoyterri vestanfyri. Í gjár var brennandi sól, sólin hevur tó ikki verið so nógv frammi í dag, men terrin hevur verið góður og nógv hava fingið hoyggj inn.

Sagt verður frá eysturætt teir komandi dagarnar, so roknast kann við at terrin verður góður.

Vit tóku í dag nakrar myndir í Vatnsoyrum, Miðvági og Sandavági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder