Mentan

Nógv fólk á borgarafundi í Sandavági

...

2020-02-12 23:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv fólk møttu til borgarafundin, sum var í meinigheitshúsinum í Sandavági í kvøld - umleið 120 fólk vóru møtt.

Tað var ein lívligur fundur, har nógv tóku orðið, og nógv mál vóru vend, kjakast  var m.a. um frítíðarvirksemið, hvat Gamli skúli skal brúkast til, kirkjugarð, frítíðarskúla, ungdómshús, undirhús, FK-handilin í bygdini, sum nú letur aftur og mangt annað.

Býráðið var umboðað av 5 býráðslimum.

Orðstýrarin á fundinum var Petur Elias Petersen.

Fyriskipararnir skriva eina samandrátt av teimum ymisku uppskotunum, sum komu fram á fundinum, og lata tað til røttu viðkomandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder