2019-05-03 17:40
Heimskendi poppbólkurin Nico & Vinz kemur nú til Føroya at framføra. Nico & Vinz vera við á Summar Festivalinum, sum verður hildin í august mánaði.
Nico & Vinz eru norðmenn uppvaksnir í Oslo. Teir hava ættarbond til Afrika, og tað hoyrist aftur í tónleikinum hjá teimum, sum er bæði popputur og lívligur.
Fyrsta stóra hittið fingu teir í 2014, tá ið sangurin »Am I Wrong« klatraði upp á tónatindarnar kring allan heimin ??? eisini í USA og Bretlandi. Nico & Vinz hevur síðani havt fleiri onnur hitt ??? eitt nú »That???s How You Know«, »In Your Arms« og »When The Day Comes«. Nico & Vinz arbeiða nú við nýggjari útgávu.
Umframt stórar løtur á hitlistum hava Nico & Vinz gingið sigursgongd við live-framførslum kring heimin. Teir eru framúr á palli, og teirra sjarmerandi og fevnandi pallframferð gevur áhoyrarunum hug at smílast og syngja við. Nico & Vinz hava spælt í fleiri av stóru talkshowunum í USA ??? eitt nú hjá Ellen Degeneres og Jimmy Fallon ??? og teir hava eisini spælt á jólakonsert, sum Barack Obama, forseti, skipaði fyri uttan fyri Hvítu Húsini.
Nico & Vinz koma nú á fyrsta sinni til Føroya at framføra. Teir spæla á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.
Áður hevur Summar Festivalurin kunngjørt Rasmus Seebach, Chris Norman, Elona Planman, Killer Queen, Marius Ziska, Blátt Gras, og onnur til ársins festival. Fleiri bólkar verða kunngjørdir í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald