Herfyri hevði áhugafelagið Kinavinir stovnandi aðalfund í húsunum ???áGráarsteini??? í Saltnesi.
Tríggjar kvinnur vórðu valdar í fyrstu nevndina hjá Kinavinum, og hava tær núskipað seg. Forkvinna er Jóhanna Magnusardóttir, Judith MarjunardóttirGuttesen er næstforkvinna og skrivari, og Karwai Chan kassameistari.
Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingslimur, og Jens Christian Olsen leiddu fundinsum ávíkavist fundarstjóri og umsetari. Viðtøkur felagsins vóru gjøgnumgingnar,felagið stovnað og nevnd vald. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu,segði nøkur orð og fegnaðist um, at Kinavinir høvdu valt at hava stovnandiaðalfund í Nes kommunu.
Eini 30-40 fólk møttu á fundi, og tað var gleðiligt at síggja so mong. Talan varbæði um føroyingar, ið hava arbeitt ella lisið í Kina, føroysk vinnulívsfólk, sumhava samhandlað við Kina, kinesarar búsitandi í Føroyum og onnur Kina áhugað.Sera spennandi var at hoyra, hvat tilknýti fólk høvdu til Kina.
Undan sjálvum aðalfundinum hevði Alfred Olsen fródliga og sera áhugaverdaframløgu um niðursetumannin Olgar á Saltnesi, ið lat húsini, fundurin var í,byggja.
??tlanin er nú, at Kinavinir í næstum veruliga fer í gongd. ??ll áhugað kunnu fylgjaFacebook síðu felagsins á www.facebook.com/kinavinir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald