
Søkt verður eftur námsfrøðingi til Smílikulluna at byrja 7. januar.
Talan er um eitt starv á 26 tímar.
Vit ynskja av tær:
At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
At tú ert opin fyri broytingum.
At tú hevur góð samstarvsevnir.
At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.
hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.
Smílikullan
Smílikullan er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu, sum ganga í 1. og 2. flokki.
Vit hava tríggjar verkstaðir: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað. Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna sínar førleikar.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðarlundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Hervør Heinesen tlf. 794540.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarka starv.
Lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Námsfrøðingurin fylgir lønarstigunum frá 11 til 21 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 2 til 7.
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00.
Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til:
Vága Kommunu
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Viðmerk á brævbjálvan: ???Umsókn???.
Ella við teldupost til:[email protected]
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið mánadagin tann 26. novembur kl. 1200.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald