Nám gevur í hesum døgum út sBókina F??ROYSK MÁLL??RA I. KYN, ORÐMYNDAN OG BENDING, sum Hjalmar P. Petersen hevur skrivað.
Bókin er verður givin út sum sBók, og er 250 síður, og verður ætlandi seinni givin út í bókarformi.
Bókin viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst, at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi.
Annar partur viðger orðmyndan. Har verður í høvuðsheitinum hugt at samansetingum og avleiðslum, og hetta er fyrsta ferðin, at hesi evnini eru so neyvt lýst í føroyskum. Komið verður inn á øll tey ymisku atfestini, sum eru í føroyskum, og eisini verður víst, hvussu nuanserað føroyskt orðmyndan er.
Síðsti partur er um bending, og byggir hann á samtíðarføroyskt og tær bendingar, sum har eru í málinum.
Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt indeks, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.
Høvundurin, Hjalmar P. Petersen er prof. í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur hann granskað og arbeitt við føroyskum í fleiri ár.
Leinki til sBókina:mallaera1.sbok.nam.fo
Bókin kann keypast í nethandlinumshop.systime.dk, har eitt 4-ára hald kostar 100,- kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald