Vinna

Næstan 20 ára gamal dreymur vorðin veruleiki

...

2018-05-01 15:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ungir íverksetarar úr Suðuroynni hava stovnað fyritøkuna Aurora Water. Teir selja nú kenda og heilsugóða vatnið úr kelduni í Lopra.

Tað eru brøðurini, Bergur og Brian Nolsøe, ið eru ávíkavist 23 og 29 ára gamlir, sum saman við mammubeiggja teirra, John Midjord, ið eiga og reka fyritøkuna. Teir eiga ein triðing hvør. Bergur er stjóri.
Longu í 2000 søkti John um loyvi at sleppa at nýta vatnið úr kelduni í Lopra, men fekk tá noktandi svar. Nú, næstan 20 ár seinni, er dreymurin vorðin veruleiki.
Aurora Water varð sett á stovn í 2016. Í september 2017 fingu teir loyvi at gagnýta 10% av vatninum, ið rennur úr kelduni í Sumbiarbergholinum. Eftir at hava gjørt ymsar kanningar, hvussu teir á bestan hátt skulu selja heilsugóða vatnið úr kelduni í Lopra, hava teir valt at leiga vatnkølarar út við 19 litur dunkum við vatn úr kelduni í Sumbiarbergholinum. Til ber so bæði hjá einstaklingum, fyritøkum og stovnum at leiga kølarar. Menninir frá Aurora Water koma og seta kølaran upp, og teir lata eisini vatndunkar. Teir koyra sjálvir regluliga frá hurð til hurð. Lata nýggjar dunkar og heinta teir gomlu inn aftur. Teir koyra stórtsæð kring alt landið við vatni.

Vatnið úr kelduni í Lopra hevur eitt óvanliga høgt Ph-virði á 8,1, og er hetta væl hægri enn flestu av heimsins størstu vatnveitarum hava. Vatnið er sera gott fyri tey, ið íðka nógv, men eisini fyri onnur. Ongi evnafrøðilig evni eru latin í vatnið, tað er heilsugott og smakkar sera væl.
Aurora Water letur væl at søluni. Kundar siga, at tey drekka tríggjar ferðir so nógv vatn, aftaná at tey hava fingið kølara.
Aurora Water er á facebook, og um ikki langa tíð fáa teir heimasíðu, og arbeitt verður eisini við at fáa app, so at tað verður so lætt sum møguligt at bíleggja.
5. og 6. mai verður Aurora Water við á Lívsstílsmessuni í høllini á Hálsi í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder