2013-11-10 18:34
Næraberg kemur á Klaksvík um 15-16-tíðina í dag við 1.740 tonsum, harav 115 tons er svartkjaftur og góð 1.625 tons er sild.
Næraberg skal landa til pakkhúsið hjá Antines í Klaksvík, goymslurnar eru fullar bæði í Ánunum og Kollafirði.
Næraberg byrjaði túrin 25. oktober, fyrst fiskaðu teir norðanfyri, bæði í føroyskum og altjóða sjógvi. Teir seinastu dagarnar hava teir leitað eftir svartkjafti, men tað hevur ikki verið nógv at sæð, teir hava leitað bæði eystanfyri, sunnanfyri og vestanfyri.
Tá vit tosað við teir fyri løtu síðan, varð sagt, at teir helst verða liggjandi í nakrar dagar, áðrenn teir aftur fara nýggjan túr.
Manningin hendan túrin telur 34.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald