
Næraberg kemur á Kollafjørð seint í kvøld fullfermdur av heilfrystum svartkjafti, teir hava síðan jól roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har fiskiskapurin hevur verið góður, segði skiparin Bergur Petersen, tá vit á JN.fo tosaðu við hann fyri løtu síðan.
Næraberg kom inn beint undan jólum, men teir landaðu ikki tá.
Skiparin - Bergur Petersen sigur, at ein partur av veiðuni verður landaður í Kollafirði, síðan fer skipið til Hollands, har restin verður landað, Næraberg skal so yvirhála høvuðsmotorin í Hollandi, tað kemur helst at taka 2-3 vikur, helt skiparin tá ið vit tosaðu við hann.
Fyrrapartin í dag hevði Atlantic saman við uppisjóvarskipið Næraberg eina væleydnaða bjargingaroynd eystur úr Suðuroynni, ein av manningini bleiv tikin av skipinum fyri síðan at fáa ein lítlan flúgvitúr hann bleiv síðan settur niður á skipi aftur í øllum góðum. - Myndina hava vit fingið frá Næraberg Tað er Egil Petersen, sum hevur tikið myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald