JN

Næraberg: Íslendingar biðja um umberðing

...

2014-09-05 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Íslendingar biðja um umberðing í Nærabergmálinum, sí niðanfyri hvat tey skriva.

Tá hetta er skrivað, hava nærum 14.000 íslendingar dámað Facebooksíðuna ???Føroyingar, vit biðja um umbering???. Síðan bleiv stovnað vegna málið um Næraberg, tann 29. august, við tí fyri eyga, at íslendska tjóðin kundi biðja føroyingar um umbering.

Vit vilja við hesum brævi tryggja okkum, at umberingin verður borin bæði til fólkið og stjórnina í Føroyum. Soleiðis ljóðar umberingin á síðuni:

???Vit eru hørm um ta viðferð, manningin á føroyska makrelskipinum, Nærabergi, hevur fingið av íslendsku stjórnini, og biðja um umbering.???

Leinkjan á síðuna er henda:https://www.facebook.com/faereyjar

Við vinarkvøðu

Rakel Sigurgeirsdóttir
Addy (Valdís) Steinarsdóttir

Hetta bræv er sent til reiðaríið hjá Nærabergi, borgarstjórin í Klaksvík, tingmenn, landsstýrisfólk og fjølmiðlar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder