Mentan

Næmingar úr Skúlanum á Giljanesi skulu á Fólkating

...

2019-12-06 18:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skúlin á Giljanesi:

9. flokkur hevur í lærugreinini samtíð arbeitt við uppskotum at senda inn til Fólkatingið.


Uppskotið hjá Beintu Ellefsen og Ronju Reginsdóttir er so mikið gott, at tað skal leggjast fram á Ungdómstinginum. Teirra uppskot var millum fleiri enn 850 onnur uppskot úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Uppskotið eitur ???mindre straf, mere hjælp??? og snýr seg um, at fleiri resursir mugu setast av til ung fólk, ið hava gjørt lógarbrot, soleiðis, at hesi kunnu fáa sálarliga viðgerð og aðra hjálp; ikki bara revsing.

Ingi Wiberg undirvísir í lærugreinini samtíð.
Til síðsta ungdómsting, í januar 2018, var tað eisini uppskot frá tveimum av hansara næmingum, ið bleiv valt út.

Vit eru sera fegin um og stolt av, at tað fyri aðru ferð eru næmingar úr Skúlanum á Giljanesi, ið eru útvaldir at luttaka á Ungdómstinginum á Christiansborg.

Tað verða 60 bólkar við hvør sínum uppskoti við til Ungdómstingið. 58 uppskot úr Danmark, eitt úr Grønlandi og eitt úr Føroyum sluppu gjøgnum nálareygað.
Í januar mánað skulu bólkarnar arbeiða saman yvir netið, har tey skulu minka um uppskotini, so tað verða uml. 24 broytingaruppskot, sum endaliga enda til viðgerðar í Fólkatinginum.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá Fólkatinginum mánadagin 27. januar, so har ber til at fylgja við.

Vit ynskja Beintu, Ronju og Inga góða eydnu á Christiansborg:-)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder