Tekstur og myndir Dávur Winther: Í gjár fleyt øll vágin í vatnkríggi, sum altíð er stuttligt og stórsligið, við Brimli í miðdeplinum og annars heldur skil á. Tá fer maður av húsi, men sjálvandi eru mammurnar og børnini við eisini og tey stuttleika sær óført.
Sjómannadagur er í dag við drúgvari skrá, har fyrst Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.
Síðani koma seglskipini á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Talan er um Jóhannu TG 326, Westward Ho, Dragan, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.
Kl 10.30 verður Merkið vundið á stong og umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merkið í húnar hátt, meðan Tjóðsangurin verður sungin.
So verður boðið til stóra KAFFIBORÐ á bryggjuni niðanfyri Fornminnasavnið eftir at tjóðsangurin er sungin. Tá er borðreitt við Kaffi, Te, Kakao, sjómannabollum og vinarbreyði.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og síðani setur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.
Heiðursmerki handaði til vinnarar av fiskikappingini og tann, sum hevur fiskað allar størsta fiskin, sum verður útnevndur Fiskikongur/drotning.
Og sjálvandi gleða vit okkum øll til heimsins besta Fisk og Chips frá Hanus Hansen og alt annað av handans slagi, sum verður boðið við havnalagið ??? og so er tað ókeypis afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald