Ítróttur

Myndir: Torkil vann einkulstartin á Sandi

...

2015-07-25 01:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag var triði dagurin í súkklukappingini Volvo Kring Føroyar. Teinurin í dag var ein 17,4 km langur einkulstartur, sum var súkklaður á Sandi. 

Sum vænta vann sterki Torkil Veyhe aftur í dag, Torkil hevur eisini vunnið hinar báðar dagarnar. Tíðin hjá Torkili var 24 minuttir. Nummar tvey gjørdist Dávur Magnussen, sum bert var 45 sekund aftanfyri vinnarin. Jóanis Albert Nielsen gjørdist nummar trý við tíðini 25 minuttir og 11 sekund. Tað vórðu eisini teir tríggir, sum fingu bronsu í liðkappingini á Oyggjaleikunum á Jersey. 

Hjá unglingum vann Sæmundur Guðmundsson við tíðini 28:12, Heðar Rógnvaldsson gjørdist nummar tvey, og Kristinn Jónsson kom á mál, sum nummar trý.

Sverri Mohr Edvindsson vann hjá motionistum við tíðini 27:21, Evald Rasmussen kom á mál, sum nummar tvey og Jan Hjaltalin gjørdis nummar trý.

Hjá kvinnu unglingum vann Kristin Sveinsdóttir, hon súkklaði teinin uppá 32:36. Melkorka Smáradóttir gjørdist nummar tvey, og Eva Bergdis gjørdist nummar trý.

Myndirnar hevur Elsa Jacobsen tikið fyri JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder