Fimti og seinasti dagurin av súkklikappingi Volvo Kring Føroyar var súkklaður í góðveðrinum í Havn í dag. Byrja var við bilasøluna Wenzel, og elitan skuldi koyra tvær ferðir til Gomlurætt og aftur til Wenzel, eftir tað, skuldu súkklarnir koyra fimm smá umførð uppá ein góðan kilometur, í alt var koyrt 40 km.
Tá bara 1 km var súkklaður, setti Torkil Veyhe ferð niðan á Velbastaðháls, og tað var bert Dávur Magnussen ið kláraði at fylgja honum. Hinir súkklarnir gjørdu alt hvat teir vórðu mentir fyri at fáa Torkil og Dáva aftur, men tað eydnaðist ongantíð at fáa Torkil aftur. Dávur misti Torkil á veg niðan aftur á Velbastaðháls, tá koyrt var aftur móti Havnini. Dávur legði seg so aftur í feltið aftaná tað.
Torkil koyrdi sigurin sikkurt heim, og kom á mál góðar 4 minuttir áðrenn feltið. Tað var eisini Dávur, sum vann spurtin í feltinum, og Gunnar Dahl Olsen kom á mál sum nummar trý.
Torkil vann eisini Volvo Kring Føroyar rættuliga sannførandi. Torkil brúkti 12 tímar 51 minuttir og 21 sekund uppá teir 460 km, sum súkklarnir hava lagt afturum seg seinastu fimm dagarnar. Næstur honum var Guðmundur Joensen, sum var 20 minuttir aftanfyri Torkil. Nummar trý av kappingini gjørdist Bjarke Vodder Nielsen, sum var 35 minuttir aftanfyri Torkil.
Dávur Magnussen gjørdis vinnari av fjallatroyggjuni.
Sí myndirnar niðanfyri, sum Elsa Jacobsen tók fyri JN.fo í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald