2019-07-09 18:30
?? dag vóru menn á fjalli á Sunnara Suðirtriðingi í Sørvági, veðrið hevur verðið av tí allar fagrasta og seyðurin kann verða eitt sindur ringur at fáa rakstur á tá ið tað er heitt í veðrinum sum í dag, men eitt fríkst lot hevur verðið so raksturin gekst væl.
Seyðurin er rímuliga væl fyri hóðast tað hevur verði heldur turt í longuri tíð her vesturi. Teir bygdu nýggja snotiliga innilokaða rætt á Sunnara Suðurtriðingi eftur at teir mistu gomlu rættina tá ið flogvøllurin var útbygdur, men nú eru umstøðurnar so góðar sum tær fáðast og tað ger alt arbeiði væl lættari, serliga um heysti.
Teir hava brúkt útlendskan roytara í fleiri ár og soleiðis er aftur í ár, tað gongur bæði skjótt og væl at fáa seyðin royttan, tó so royta fjallmenn eisini við saksi og tað hjálpur væl til, so at fjalldagurin í dag er væl stytturi enn hann plagdi at verða áður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald