2016-07-26 13:04
Í samband við, at Kvívíkar skúli fyllir 40 ár í ár, verður eitt tiltak í skúlanum leygardagin 17. sept. 2016. Í hesum sambandi ynskir kommunan at fáa myndir av ymsum, sum hevur verið í skúlanum tey seinastu 40 árini. Myndirnar verða vístar á skíggjum í skúlanum í sambandi við føðingardagin.
Ynskiligt er at tit skriva nøvnini á persónum, sum eru á myndini aftanfyri á hvørja einstaka mynd og nær á leið myndin er tikin.
Tá myndirnar eru innkomnar verða tær avmyndaðar og sendar aftur. Eisini eru tit vælkomin at senda myndir talgildar á teldupost[email protected]Um tit senda bræv, so mugu tit merkja brævbjálvan við navni og bústaði, so kommunan kann senda myndirnar aftur.
Ynskiligt er, at myndirnar eru kommununi í hendi í seinasta lagi 15. august 2016, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald