FSF: Á middegi leygardagin kom føroyska A-landsliðið til Helsinki í Finnlandi, og klokkan hálvgum seks seinnapartin var venjing á skránni
Føroyska ferðalagið kom til finska høvuðsstaðin á middegi leygardagin, og eftir ein stuttan steðg á hotellinum, var venjing á skránni klokkan hálvgum seks seinnapartin.
Allir spælararnir eru væl fyri, sjálvt um teir júst hava verið ígjøgnum ein strævnan dyst ímóti norðurírum. Lagið í hópinum er eisini gott, og allir tykjast vera til reiðar at geva finnum ein skarpan gang komandi mánadag.
Finnar vóru eisini á vøllinum fríggjakvøldið, og í Grikkalandi eydnaðist teimum at vinna 1-0.
EM-undankappingardysturin millum Finnland og Føroyar byrjar klokkan 19:45, og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, meðan Tróndur Arge fer at siga frá á Rás2.
Myndirnar hevur Hans Erik Danielsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald