Mentan

Myndir: Hvítravnur skal minna meira um hinar sandavágsbátarnar

...

2018-07-19 06:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Til Vestanstevnu fyri trimum árum síðani fekk SÍF keypt sær eitt 10-mannafar frá Argja Róðrafelag (AR), báturin SÍF keypti frá AR var Hoyvíksingur, sum fekk navni Hvítravnur. 

Søgan um Hvítravn er, at Geir á Lofti vildi hava at sandavágsmenn mannaðu eitt 10-mannafar til Vestanstevnu fyri trimum árum síðani í Sandavági. Geir ringdi runt til ymisku feløgini og spurdi um tað bar til at lána eitt 10-mannafar til róðurin, men tað bar ikki til, men tá ið Geir ringdi til Argja Róðrafelag bjóðaði formaðurin í AR Geir at keypa bátin um hann fór út til Nólsoyar eftir honum, hann so gjørdi og eitt 10-mannafar kom til Sandavágs og róði á Vestanstevnu. Tað var ikki nóg nógv tíð at málað bátin sum hinar bátarnar hjá SÍF tá, so avgjørt var at málað tvey borð á bátinum hvít.

Tá ið vit vóru í neystinum hjá SÍF í gjár, hittu vit Geir á Lofti, sum var í holt við at málað bátin soleiðis at hann enn meira minnir um hinar sandavágsbátarnar. Tvey borð afturat eru blivin málaði hvít, og var Geir í holt við at málað stokkarnar reyðar. Sum myndirnar eisini vísa so er enn tey niðastu borðini reyð, tað skulu tey vera í eina tíð afturat. Árarnar vóru reyðar tá ið báturin var keyptur, men nú hava tær eisini fingið hvítan og bláan lit afturat.

Hvítravnar var aftur við á Vestanstevnu í ár, og verður báturin eisini við á ??lavsøku.

Nógvar manningar eru í Sandavági í ár til Vestanstevnu mannaði SÍF ??rnina, Havørnina, Gullørnina í barnaróðri hjá gentum. ??rnina hjá 5-mannaførum dreingum. Skúgv hjá 6-mannaførum kvinnum og so Hvítravn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder