2017-05-05 15:40
Árliga Musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestur verður hildin í Sørvági dýrabiðidag 12.mai. Hetta er fríggjadagin í komandi viku.
Fyrsta stevnan varð hildin í 1966. Í ár er Sørvágs Tónleikarfelag fyri sjeyndu ferð vertur fyri stevnuni. Tað luttaka 9 orkestur. Hesu ferð
luttekur eisini eitt hornorkestur úr Íslandi. Tað er Brassband Reykjavíkur. Konsert verður í fimleikarhøll skúlans, og byrjar hon klokkan 14:00
Inngongd er fram við svimjihøllini niðanfyri.
Sørvágs Tónleikarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald