Mentan

Musikkskúlin í Havn alment tikin í nýtslu

...

2019-08-17 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stórt hátíðarhald var í gjár, tá Tòrshavnar Musikkskúli varð tikin í nýtslu. Niðanfyri eru røðurnar hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini.


Annika Olsen legði fyri:

Góðan dag øll somul og hjartaliga vælkomin í nýggja Tórshavnar Musikkskúla.

Hetta er av sonnum ein stórur dagur fyri okkum øll ??? fyri býin, fyri tónleikin og ikki minst fyri komandi ættarlið av børnum, ið nú fáa allarbestu umstøður at menna tónleikagávurnar.

Ongin okkara ivast í hvønn týdning, tónleikur hevur. Sagt er, at har orð ikki røkka, har talar tónleikurin. Tónleikurin rúmar okkara sál og nemur allar okkara kenslur, hann er fyri øll, hann skapar samanhald og gevur styrki, hann er lekjandi.

Skaldið og heiðursborgarin William Heinesen tosaði mangan um, hvussu heppin hann var alt lívið at vera umgyrdur av tónleiki. Glataðu spælimennirnar spældu cello, bratsch, floytu og horn. Onkuntíð spældu teir í Havnar kirkju, men ???der var næsten altid en eller anden koncert på trapperne??? úti á Reyni, segði William.

Pallar vóru eingir, men Móritz, Sirius og Lítli-Kornelius megnaðu kortini at reka burtur allan trega av keðsemd, óndskapi og enntá lívláti við glaðum tónum.

Í dag kunnu vit endiliga siga, at spælimennirnir fáa ein hóskandi pall og áhoyrararnir við. Eins og Tarira stígur fram sum ein dreymasjón í skaldsøguni, stígur nú nýggi Musikkskúlin upp sum túgvuklæddur klettur úr lendinum.

Og í dag ivast ongin okkara heldur, hvønn týdning tónleikurin hevur í Føroyum. Í øllum hesum hevur Tórshavnar Musikkskúli í áratíggjur havt eitt serstakt pláss og serstaka ábyrgd fyri menningini og tónleikatilvitinum í fólkinum, bæði innan klassiskan og rútmiskan tónleik.

Skipað tónleikaundirvísing er ikki gomul í Føroyum. Undir krígnum verður Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum privatskúli. Skúlin verður yvirtikin av kommununi í 1985 ivaleyst eisini sum úrslit av, at nýggj musikkskúlalóggáva kom í 1984.

Krøvini til Musikkskúlan og leiklutur hansara í samfelagnum og mentanarliga umhvørvinum eru við tíðini vaksin. Musikkskúlin hevur fyri mongum árum síðani vaksið seg úr hølunum á Frúutrøð. Í dag virka fleiri enn 40 lærarar og uppímóti 1.000 næmingar í skúlanum. Tørvurin á nýggjum og framkomnum musikkskúlabygningi hevur tí verið eyðsýndur leingi.

Musikkskúlin hevur gjøgnum árini útbúgvið stór talent, og hevur samstundis havt ringvirkningar út í hvønn krók í landinum, har tónleikurin sprettir og livur í besta blóma.

Eg sá herfyri eina kronikk, sum ein danskur tónleikajournalistur hevði skrivað, har hann setti spurningin, hví føroyskir tónleikarar spældu á so sjáldsama høgum støði. Hann bað tónaskaldið Sunleif Rasmussen svara spurninginum.

Sunleif vísti fyrst á, at í Føroyum undirvísa bara tónleikalærarar, sum hava konservatoriuútbúgving og tilhoyrandi pædagogiska útbúgving.

Í øðrum lagi vísti hann á, at eitt úrslit av hesum var, at Musikkskúlamiðnámið í Føroyum var á so nógv hægri stigi enn tað danska, og á so høgum stigi, at tá ungu føroysku tónleikararnir søkja inn á konservatorii í Danmark, Svøríki ella Bretlandi, so sleppa tey altíð inn í fyrstu roynd.

Musikkskúlamiðnámið, har framkomnu næmingarnir fáa holla grundútbúgving til víðari lestur ella tónleikavirksemi annars, er hjartabarn hjá Tórshavnar Musikkskúla og ein sólskinssøga, ið vit gott kunnu vera erpin av.

Við nýggja og nýmótans musikkskúlanum er grundarlagið fyri enn størri menning til staðar.


---

Undangongumanninum, musikkskúlaleiðaranum og tónlistaligu eldsálini ??lavi Hátún til heiðurs og æru, ber konserthøllin, ið vit nú sita í, heitið Hátún. Aftrat sjálvum skúlanum, so er Hátún nýtt alment konsertstað í býnum. Í Hátúni fer tónleikurin, ið ??lavur setti so høgt, at ljóma fagurt og frítt.

Í sambandi við andlát ??lavs í fjør, fekk Tórshavnar Musikkskúli listagávu, ið Guðrið Poulsen nú evnar til. Eg skal vegna Tórshavnar býráð takka hjartaliga fyri hesa gávu, sum verður virðiligt minni um ??lav og lívsverk hansara.

--

Í dag taka vit so nýggja Musikkskúlan í nýtslu. Og harvið lyfta vit okkara musikkskúlaskipan enn longur upp milum heimsins bestu. Ein tann fyrsta avgerðin, ið sitandi býráð tók, varð at fáa til vega fíggingina at byggja skúlan og seta byggingina í gongd.

Og vit vóna, saman við leiðaranum á Musikkskúlanum, at henda avgerð fer at vera til gleði og gagns fyri næmingar, lærarar, foreldur - ja, allar borgarar í landinum.

Heimsgitna sangarinnan Joni Mitchell segði einaferð, at tónleikur var flótandi arkitekturur. Her hava vit so høvið at síggja arkitektur og tónleik flóta saman og ganga uppí eina hægri eind.

Eg fari at ynskja okkum øllum tillukku og bestu eydnu við Musikkskúlanum. Veri hann altíð eitt býarmerki, vit øll vera góð við og stolt av.

Hjartaliga tillukku øll somul, endaði Annika Olsen, borgarstjóri.

---

Gunnvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í mentamálanevndini, segði:

Uttan tónleik var lívið eitt mistak, segði Nietzsche.

Innan hesar prýðiligu veggir fer musikkur at ljóma, frá alskyns ljóðførum og røddum, allar tíðir á degnum og vónandi næstan hvønn dag í árinum. Her verður pláss til venjing, útfoldilsi og eldhugað, men eisini til frið og fordjúpilsi.

Men allastaðni verður tónleikurin í miðdeplinum. Tí okkara ynskið við nýggja Musikkskúlanum er at skapa eitt samlað tónleikaunivers. Eitt rúm fyri børn og ung og familjur at uppliva ta gleði, sum tónleikurin gevur okkum. John Lennon segði, at tónleikarir ??? eins og onnur listafólk ??? hava tann leiklut í samfelagnum, at royna at úttrykkja tað sum vit øll føla. Ikki at fortelja fólki hvat tey føla. Ikki sum ein lærari ella ein prestur, men sum eitt endurskin av okkum øllum.

Musikkskúlin hevur seinastu árini húsast á nógvum adressum og tey hava kortini megnað at bergtikið okkum við musikkupplivingum og við úrmælingum innan alskyns ljóðføri og sjangrur. Nú verða allar hesar veldigu ressursur savnaðar herúti á Hans Andriasargøtu ??? og eg hugsi vit nú og í komandi tíðum veruliga fara at skilja ??? og hoyra - hvussu nógv gull vit eiga í og rundan um Musikkskúlan.

Eg fái illa sett orð á gleðina yvir at vit nú standa her í einum nýggjum og ómetaliga prýðiligum musikkskúla. Stórt sæð til avtalaða tíð og prís. Tað er ongin sjálvfylgja í dag. Vit eru komin á mál við einari politiskari ætlan, ið hevur tikið nógv, nógv ár og við hesum hava vit veruliga raðfest eitt satt mentanarhús. Tað skortar sjáldan uppá vilja og evni at finna pengar til ítróttin ??? og tað er sera gott. Men tað er ómetaliga nógv tyngri tá tað kemur til mentan og list. Hóast vit øll vita, at eins og ítróttur er mentan og list júst líka týðandi fyri trivnaðin og savningarmegina í samfelagnum. Tí eri eg so stolt av, at ein av teimum fyrstu avgerðunum vit tóku, var at seta gongd á at byggja musikkskúlan beinaveg.

Vit skipaðu fyri einari navnakapping herfyri, fyri at vita um stemningur var fyri at geva skúlanum nýtt navn samstundis sum hann fekk nýggj hølir. Hóast nógv uppskot komu inn, so valdi dómsnevndin at halda fast við góða gamla Navnið Musikkskúlin og tað tóku vit í mentanarnevndini undir við. Men tað sømdi seg sera væl, at taka til sín uppskotið, sum fleiri komu við ??? nevniliga navnið Hátun. Konserthøllin eitur Hátún og hvat tá! Tí er tað nakar havnaborgari, ið hevur uppiborið at verða uppkallaður í Musikkskúlanum, er tað ??lavur Hátun. Hann legði lunnar undir at skipa Musikkskúlan og alla sína ævi sló hjartað heitt fyri tónleikinum og hansara korum og hann tók mangt takið tónleikinum at frama.

Ein floskil Í politikki er hetta við gleðini yvir at síggja síni børn fara til gongu. Hesa gleðina havi eg veruliga í dag - eg er so ótrúliga glað fyri at síggja hetta barnið fara til stroks og eg ynski tykkum og okkum hjartaliga tillukku við nýggja Musikkskúlanum ??? nummar tvey í røðini av teimum trimum ambisjøsu skúlunum í økinum ??? og ynski tykkum, ið skulu starvast og virka í skúlanum blíðan byr í komandi tíðum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder