2015-08-04 13:48
Í sambandi við at ítróttafólkini hjá ÍSB koma heim, eftir at hava luttikið á Special Olympics World Games í Los Angeles, bjóðar ÍSB fyri móttøku á flogvøllinum í dag, eftir at tey eru lend - umleið kl. 20:20.
Høvið verður at heilsa upp á ítróttafólkini og at taka myndir.
Til kunningar er vert at nevna, at tey 18 ítróttafólkini hava luttikið í boccia, borðtennis, svimjing, fótbólti og frælsum ítrótti. Tey hava vunnið tilsamans 11 heiðursmerki, umframt at fleiri teirra hava sett persónlig met.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald