2016-08-10 12:05
??tlanin fyri havnarútbyggingina varð samtykt 4. august, men okkara rødd tagnar ikki her. Verið vælkomin á mótmælisfund á Skansanum 13. august kl. 11.
Hóast tað kann tykjast sum at stóra havnarútbyggingin í næstum fer at gerast óunniligur veruleiki, meta vit ikki, at vit kunnu steðga her, og vóna tí at síggja nógv, ið vilja stuðla ella taka lut í tí framhaldandi arbeiðinum.
Kjakið tagnar ofta, tá vit halda, at vit ikki vita nokk. Men okkara meining sum borgari skal eisini telja. Og røddirnar eru ymiskar, alt eftir um man heldur hon skal flytast úr Tórshavn ella slettis ikki hoyrir heima í Føroyum. Tí skipa vit fyrst fyri samrøðustovu*, har vit fáa vent havnarútbyggingini, okkara meiningum og hvat kann gerast. Síðan verður mótmælisgonga frá Skansanum niðan á Vaglið.
11.00-11.20 Livandi tónleikur
11.20-11.30 Vælkomin/røða
11.30-12.15 Samrøðustova
12.15-12.30 Livandi tónleikur
12.30-13:00 Samanumtøka av samrøðustovuni
13.00-13:30 Mótmælisgonga niðan á Vaglið
Vit bjóða kaffi, te, køku og øl, ið man kann lata eitt oyra afturfyri.
--
*Hugtakið samrøðustova kemur frá danska orðinum ???samtalesalon???. Í stuttum snýr tað seg um at savna fólk og práta um eitt evni í smáum bólkum útfrá nøkrum spurningum, sum eru fyrireikaðir frammanundan. Eingin fyrireiking ella forkunnleiki krevst - tú skalt bara møta við áhuga fyri kjakinum um havnarútbyggingina, og vónandi hava hug at luttaka sjálv/ur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald