
Tá Norðingur bað um sleip, fingu teir at vita at Brimil skuldi bunkra fyrst, og at teir vantandi vóru á leiðini um middagin í dag. At Brimil loysti 25 minuttir eftir fráboðanina er gott, men tað vóru ikki boðini teir á Norðingi fingu.
Tá so Brimil heilt óvantað var á feltinum tíðliga í morgun og róptu á Norðing í sendaranum, spurdu teir á Norðingi hvar teir vóru, tí Brimil var jú ikki vantandi fyrr enn um middagin. ??høviski maðurin á brúnni á brimli spurdi um teir ikki hugdu í radaran? tí tá lógu teir beint við. Hvat tramin er tað fyri eitt svar at svara?? Tá eitt skip liggur og rekur fyri vág og vind hava teir annað at takast við enn at hyggja eftir hvar Brimil er, serliga tá teir frammanundan hava fingið boð um at teir vantandi komu til skipið um middagin.
Hevði Brimil havt AIS'in tendraðan, høvdu teir á Norðingi uttan iva havt sæð hvar Brimil var, men so var ikki.
At teir ikki vilja gera viðmerkingar til upsateljingina kemur ikki óvart á, tí tað er onki minni enn stór skomm hvussu teir bera seg at mótvegis okkum ið fiska. Tað ber illa til at fiska av berum almennum admenastrivum formyndaríið og tað heldur til liðugt er at landa eisini.
Mortan G Berjastein
Les eisini:
Viðmerking frá Vørn til greinina Fiskivinnutjóðin Føroyar í fríum falli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald