Ítróttur

Morten Hust givin sum venjari hjá Søljuni

...

2014-10-29 02:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Morten Hust hevur í kvøld boðað Sandavágs Ítróttarfelag frá, at hann frá d.d. er givin sum venjari hjá Søljuni, sum leikar í Hvonn-deildini. Morten hevur samstundis boðað kvinnunum hjá Søljuni frá avgerð síni.

Morten sigur í stuttari viðmerking við jn.fo, at arbeiðsbyrðan var vorðin í so stór, tí hevur hann tikið avgerð um at gevast.

Søljan hevur í nøkur ár ikki tikið lut í kvinnudeildunum. men eru við í bestu deildini í ár, úrslitini hava ikki verið góð - Søljan hevur higartil leikt 5 dystir og tapt allar við fleiri málum.

Les eisini: SÍF leitar eftir nýggjum venjara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder