Vinna

Møgulig rentuhækking kann raka nógvar føroyingar meint

...

2018-10-30 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum hevur havt hækkandi húsaprísirvið sær seinastu árini. Meðan høga príslegan ger tað trupult hjánógvum at fáa ráð til egnan bústað, mugu tey, ið megna at seta fótundir egið borð, ofta taka sera stór lán til at fíggja bústaðin. Í dag errentan lág, men um hon brádliga hækkar, kann tað gerast dýrt hjá teimum,sum hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Tí kann tað veraskynsamt at velja realkredittlán við fastari rentu, meðan rentustøðiðframvegis er lágt. 

Lítlan áhuga, men stóran týdning 

Bústaðarlánið er aloftast tann størsta mánaðarliga útreiðslan hjá teimum,sum hava tikið lán til hús ella íbúð. Eitt bústaðarlán hevur vanliga eina afturgjaldstíðupp á 20-30 ár og hevur harvið stóra ávirkan á fíggjarstøðunaog gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum. Tá ið lánsskjølini eru undirskrivaðog alt tað formliga við bankan avgreitt, eru tað kortini nógv, ið gloymaalt um, hvat slag av láni tey hava, og um rentan er føst ella skiftandi. 

Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, er av teirri áskoðan, at vit í Føroyumeru ov lítið tilvitað um okkara bústaðarlán. Hann vísir á, at hetta er ein vansifyri tann einstaka føroyingin, sum ofta ikki hevur innlit í, hvussu t.d. einmøgulig rentuhækking kann fara at ávirka fíggjarviðurskiftini og harvið eisinigerandisdagin. Hóast rentan hevur verið lág í rúma tíð, er tað als ikkióhugsandi, at hon sum frá líður fer at hækka. Vit skulu ikki skrúva tíðina sonógv ár aftur fyri at finna eina støðu, har renturnar vóru væl hægri. 

Stór skuld og skiftandi renta ein vandamikil blanding 

Í Føroyum hava vit í stóran mun bústaðarlán við skiftandi rentu, meðan lánvið fastari rentu eru vanligari í londunum rundanum okkum. Hetta er eingintrupulleiki, meðan rentan enn er lág, men um rentan hækkar, eru føroyskuhúskini nógv meira viðbrekin enn í grannalondunum. ???Í løtuni er rentansøguliga lág, og tí er tað lutfalsliga bíligt at hava bústaðarlán við skiftandirentu. Í BankNordik lækkaðu vit enntá renturnar fyri kortum, og tað ersjálvandi til fyrimuns fyri viðskiftafólkini. Vit vita tó, at umstøður uttanífrákunnu hava við sær, at rentan broytist. Tað hava vit jú sæð áður,??? sigur ÁrniEllefsen. 

Hóast alsamt fleiri viðskiftafólk í BankNordik hava valt realkredittlán viðfastari rentu seinnu árini, er gongdin tann øvugta, um hugt verður at tølunumfyri føroyska marknaðinum sum heild. Hetta heldur Árni Ellefsen verabæði undrunarvert og ørkymlandi, tá ið havt verður í huga, at tað í løtuniber til at tryggja sær realkredittlán við fastari og lágari lánsrentu tey næstuP/F BankNordikOknarvegur 5Postboks 3048FO-110 TorshavnTlf. +298 330 330www.banknordik.com BankNordik220 árini. Høgu húsaprísirnir í hesum døgum gera gongdina uppaftur álvarsamari. 

?????kti eftirspurningurin eftir bústøðum trýstir prísirnar upp, og nógv keypasær tí sera dýr hús og taka stór lán. Um rentan hækkar, kunnu vit vænta,at prísirnir á bústøðum fara at lækka. Um fólk tá verða noydd at seljabústaðin fyri eina lægri upphædd, enn tey keyptu hann fyri, er tað eyðsæð,at tað kann gerast trupult. Ein møgulig rentuhækking kann tí í ringasta førigerast ein smeitur fyri pengapungin hjá føroyskum familjum, sum havastóra skuld og lán við skiftandi rentu,??? sigur Árni Ellefsen. 

Føst renta ein bílig trygging 

Eitt realkredittlán við fastari rentu er tað sama sum ein bílig trygging mótiframtíðar rentuhækking. Tú veitst, júst hvat tú skal gjalda hvønn mánað,inntil lánið er goldið út. Tað ber eisini til at hava ein part av bústaðarláninumvið fastari rentu og ein part við skiftandi rentu. Árni Ellefsen leggur dent á,at tað tó ikki er vist, at eitt realkredittlán við fastari rentu er besta loysnin fyriøll. ???Hevur tú eitt lítið bústaðarlán við skiftandi rentu, og stórt fíggjarligtrásarúm, kann skiftandi renta vera ein góð loysn, av tí at ein møguligrentuhækking ikki gerst dýrari í krónum og oyrum, enn tú klárar at gjalda.Hevur tú hinvegin stóra skuld, so fær ein rentuhækking knappliga stóraávirkan á tín gerandisdag, um tú brádliga skalt gjalda nógv meira til lániðhvønn mánað, enn tú plagar. Tá kann tað vera dropin, ið fær bikarið at flótayvir, og sum ger, at gerandisdagurin gerst fíggjarliga sperdur.??? 

Mælir til at endurskoða lánið 

???Vit fara til tannlæknan við tonnunum og til sýn við bilinum, men tað, sumhevur størsta ávirkan á okkara samlaðu peningaligu støðu, gera vit nærumeinki við. ??ll, sum hava lán, eiga tí ??? fyri sína egnu skuld ??? javnan at kanna,um tey hava rætta lánið,??? sigur Árni Ellefsen. Av tí at rentan í løtuni er solág, er tað eftir hansara tykki vanligt vit og skil í hesum døgum at taka støðutil, hvussu lánsviðurskiftini síggja út, og um rentan skal læsast við einumrealkredittláni. Hann mælir tí øllum føroyingum, sum hava lán í bústaðnum,til at tosa við peningastovnin fyri at kanna, hvussu ein møgulig rentuhækkingkann fara at ávirka, og um lánið eigur at verða endurskoðað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder