G! Festivalurin skrivar: Týsdagin lendir í Vágum eitt av størstu altjóða poppnøvnunum nakrantíð úr Danmark
Heimskenda stjørnuskotið M?? hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar.
Hesin áhugin er kanska ikki so løgin, tí útlendskir miðlar eru vorðnir meiri og meiri bergtiknir av G! Festivalinum. Og harvið eisini av Føroya landi. Fyri kortum kom G! Festivalurin sostatt inn á gitna listan hjá Condé Nast yvir tey ???50 tingini, ið mugu upplivast, meðan tú enn ert á lívi???.
Við sínum 160 milliónum brúkarum og mongu miðlapallum er Condé Nast ??? um ikki hitt størsta ??? so avgjørt eitt av heimsins størstu miðlahúsum. At røkka so víða, uttan at talan er um dramatiskar myndir av grindadrápi, er spennandi fyri bæði Føroyar og G! Festivalin.
Ein fortreyt er tann, at G! ??? eins og føroyski maturin ??? er ein forvitnislig blanding av feskum og røstum. Soleiðis verður eisini í ár, tá ið víðagitnir tónleikarar sum Kris Kristofferson og Alphaville fara á pall, og vit samstundis fáa møguleikan at uppliva eitt av størstu og feskastu nøvnunum, vit hava havt á festivalskrá í Føroyum seinastu árini. M?? hevur spælt útseldar konsertir um allan heimin, hevur vunnið at kalla alt, sum vinnast kann av heiðurslønum í heimlandinum, lagið Lean On saman við Major Lazer er sæð 2 milliardir ferðir á Youtube, meðan lagið Final Song er spælt 260 milliónir ferðir á Spotify.
Mongu spentu fjeppararnir í Føroyum kunnu frøast um, at M?? hevur valt at koma til Føroya longu týsdagin 11. juli fyri at uppliva oyggjarnar. Tað er sostatt ikki heilt óM??guligt, at onkur ber eyga við stjørnuskotið, áðrenn brakið á ársins G! Festivali. Men vilt tú tryggja tær, at M?? verður veruleiki og ikki bara ein teoretiskur møguleiki, er kortini baraeittat gera.
??tlit eru fyri, at M?? fer at gerast enn størri komandi tíðina. Hon er í løtuni á tónleikaferð í Evropa og arbeiðir eisini við næstu fløguni, sum kemur út í ár.
M?? spælir hóskvøldið 13. juli á Gøtusandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald