Ítróttur

Mladen heldur fram í Kyndli

...

2015-07-25 02:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kyndil: Í dag gjørdist endaliga greitt, at serbiski málverjin hjá Kyndli seinastu tvey árini, Mladen Mjerimacka, eisini verður í málinum hjá kyndilsmonnum næsta kappingarár. Hann hevur nú skrivað undir sáttmála við felagið

Mladen kom til Kyndil kappingarárið 2013/2014, tá hann átti týðandi lut í gullmerkinum, sum kyndilsmenn vunnu í steypakappingini. Sama kappingarár gjørdist hann eisini ársins málverji í kappingini.

Mladen er kring landið viðurkendur sum ein framúr góður málmaður, ið bæði lesur skjúttarnar væl, er róligur og haraftrat sera kappingarhugaður. "Síðsti minuttur er mín minuttur," plagar hann smílandi at taka til.

Kyndilsmenn hava vant miðvísari í summar enn onnur summur og hava í venjingardystum víst, at venjingarstøðan er á heilt góðari leið. ??lavsøkuaftan spæla teir ímóti VÍF á Hálsi kl. 20.00.

Mladen verður ikki við á ólavsøku, tí hann er framvegis í Serbia, men nakað væl, áðrenn landskappingin byrjar seint í september, verður hann til dystin fús triðja árið upp í slag fyri Kyndil.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder