2017-02-04 11:58
Nú fyriliggur enn eitt álit frá fólkaskúlaelituni í Havn, sum enn einaferð staðfestur at:
1. Alt liggur best í Havn2. Stórt er gott
Kostnaðurin av at hava ein næming í skúla í Føroyum er 43.500 kr árliga. MEN.... tey í Nám X kosta bara 36.500 kr árliga.
So tað eru hini runt landið sum draga kostnaðin upp.
Tey í útjaðaranum eru tey dýru, tey sum veruliga kosta hesum samfelagnum pengar, og taka játtan frá miðstaðinum.
Hugsa tær til um tey á Nám X fingu líka nógvar pengar at arbeiða við, hvussu gott vildi tilboðið so verið?
Sum borgarstjóri fyri størstu kommununa í Sandoynni sakni eg at verða tikin við uppá ráð, hvussu kommununar í Sandoynni síggja framtíðina hjá 10 flokkunum í oynni, og sum heild hvussu framtíðarbygnaðurin fyri skúlagongd í oynni sær út, nú tunnilin nærkast.
Eg sakni at hædd verður tikin fyri lokalum áhugamálum, eg sakni at onkur ið sær virðini í lokalsamfelagnum runt í oyggjunum kemur til orðanna, og verður tikin við uppá ráð, ella í minsta lagi verður hoyrdur.
Eg eri ikki ein sum fái stjørnur í eyguni av stórum eindum.
Eg veit um allar sólskinssøgurnar sum spretta úr teimum smáu umhvørvunum.
Tvey stór entreprenørfeløg hava vit í Føroyum, bæði eru stovnsett av góðum monnum ið hava gingið í smáum skúlum á Sandoynni.
Flestu stóru ítróttarnøvnini í Føroyum, sum veruliga hava fingið tað í beinini ið krevst fyri at klára seg altjóða, hava traðka sínar barnaskógvar uttan fyri bøgarðarnar í Havn.
Eisini tann skapandi listin, filmslistin, tónleikur, skaldskapur, nógv av hesum einastandandi fólkunum sum ríka okkara lív so almikið, flestu teirra eru av bygd.
Flestu sólskinssøgurnar innan skiparakstur eru uttanfyri Havnina.
So okkurt duga hesi fólkini sum ikki hava gingið á Nám X.
Samtíðin virðir tó ikki henda veruleika serliga nógv.
Nú er tað mest av øllum Excel-arkið, og cost-benefit tankin ið avgerð hvønn veg tey sum skriva álit og niðurstøður flyta samfelag okkara. Og við skipanini við einum valdømi kíka politikarar slevandi alt rátt sum elitan í Havn borðreiðir við, tað er jú har stemmurnar eru.
Álitið sum Landstýriskvinnan í Mentamálum hevur fingið handað, hevur so stórar manglar, at eg mæli henni til biðja KOB um at fýra við tí, ongantíð ov skjótt.
Er vilji at hyggja konstruktivt uppá framtíðina fyri skúlabørnini á Sandoynni, og menna tilboðið sum tey hava í dag, so eru vit í politisku skipanini í oynni uttan iva at tosa við. Men at borðreiða við at fólkaskúlabørn okkara skulu verða heimanífrá í 12 tímar, er sum at vísa hundi brand.
Tað verður hvørki Excel ella cost-benefit ella fólkaskúlaelitan í Havn, sum kemur at diktera nakra loysn niður yvir nakkan á okkum.
Brandur Sandoy, Borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald