Strangar treytir eru krøktar upp í heimildina at brenna bál. Kommunan skal sambært kunngerð góðkenna øll bál á nýggjárinum.
Umsókn um loyvi at brenna báll, er at finnaher
Umsóknin má verða kommununi í hendi í seinasta lagi 29. desember kl. 12:00
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
At bert reinur og turrur viður verður nýttur
At veðrið er til vildar
At brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið
At brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi, eins og øðrum asfalteraðum økjum
At økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir. Um kommunan má rudda upp eftir bálið, verður hetta gjørt fyri loyvishavarans rokning
At tygum, sum ábyrgdarpersónur verða uppskrivaður hjá kommununi/brunaumsjónarmanninum
mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling, skuldu brunaskaðar komið fyri.
Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.
Vegleiðing
Brenning á báli ella eldstaði(Umhvørvisstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald