Sverre var undangongumaðurin og eggjarin! Hann royndi áhaldandi at menna borðtennisítróttina í Føroyum. Samstundis var Sverre sera hyggin t.e., at hann hugsaði um onnur. Hann var ein trúfastur vinur og ein púrasta avhaldsmaður.
Borðtennis í Føroyum varð av fyrstan tíð leikt vetrartíð - í Tvøratungu, dansistovuni hjá vanliga fólkinum á Tvøroyri. Tað byrjaði í 1948, og tá var Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF) stovnað. Felagið varð endurreist í byrjanini av 1950 árunum, eftir at hava verið óvirkið 1949/50. Tá vóru nógvir virknir leikarar, bæði dreingir og gentur m.a. Sverre Midjord, Hans Vang, George Niclasen, Leo Michelsen, Niels Midjord, Jens Thorolf Dam og Any (seinni kona Mervyn Dimon).
Í fyrstani vóru bara innanhýsis kappingar í TBF. Tí tá var onki annað ítróttafelag, sum kappaðist í borðtennis. Spælt varð um felagsmeistaraheitið í TBF í einmansleiki og í tvímansleiki í 1950 árunum. Tá í tíðini vóru battini gummileys t.e. bara av træi.
Sverre var eisini virkin í hondbólti og fótbólti. Hann var við hina tiltiknu hetlandsferðina hjá TB í 1956. Tá yrkti Jens Thorolf Dam tiltikna slagaran ???Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð...??? Á hesari væleydnaðu fótbóltsferðini skipaði Sverre fyri borðtennisdysti millum tríggjar TB leikarar og tríggjar hetlendingar úr Lerwick, ið eisini spældu borðtennis um veturin. Ivasamt er, hvør vann henda dyst.
Á Tvøroyri varð borðtennisvenjingin flutt úr Tvøratungu í fimleikarhøllina í Tvøroyrar skúla, tá hon varð liðugt bygd í 1957. Har var spælt líka til farið var inn í skúla- og ítróttahøllina í Trongisvági í 1982. (Sverre var tá borgmeistari á Tvøroyri og oddamaður at fáa bygt hesa enn vælhildnu og stásiligu skúla- ítróttahøll).
Eftir at borðtennisfeløg vórðu stovnað í Havn miðskeiðis í 1950 árunum, varð skipað fyri kappingum millum feløgini. Fyrsta FM kappingin í fremstu deild við luttakarum sunnanfjørðs og norðanfjørðs var spæld í fimleikarhøllini á Tvøroyri í 1958/59. Síðan vóru kappingar og FM kappingar í borðtennis á hvørjum ári millum borðtennisfeløg í ymsum deildum t.d. í Havn, Tvøroyri, Klaksvík, Vági og Eiði. Borðtennis blómaði í 1950 árunum og út í móti 1970. So líkasum følnaði ítróttagreinin.
Sverre keypti sjálvur TBF ein borðtennisrobott frá Stiga uml. 1970. Hetta var ein robottur, ið kundi verða innstillaður til ymiska styrki og ymiskar mátar at spæla uppá. Robotturin varð fyltur við uml. 500 borðtennisbóltum, og so spældu leikararnir í móti honum. Hetta vísir eisini framskygni Sverra.
Umframt at vera virkin sum leikari og leiðari í TBF var Sverre virkin í Ítróttasambandi Føroya (ÍSF). Har var hann stjórnarlimur í góð fjøruti ár. Av hesum var hann varaforseti í fimmogtjúgu ár.
Á ársfundi hjá borðtennisdeildini í ÍSF í 1972 kom fram, at støðan hjá borðtennis í Føroyum var alt annað enn góð. TBF hevði fram til tá vunnið flestu kappingarnar. Men sagt varð, at 1972 ???var eitt ár við lítlari luttøku og heldur tað á fram soleiðis sum tað hevur gjørt hesi seinastu árini, hevur borðtennis stutta livitíð eftir her í Føroyum.??? Tá er tað, at formaðurin (Finnur Helmsdal) mælti til, at borðtennis sum skjótast mátti fáa sín fyrsta landsdyst, evt. móti Íslandi.
Spurt var eisini, hvussu føroyskir borðtennisleikarar kundu fáa betri venjingar. Her varð víst á eina uttanlandsferð í 1964, tá trettan leikarar, tíggju úr TBF og tríggir úr Havn fóru, við Sverra Midjord á odda, til Danmarkar á borðtennisskeið. Skeiðið, ið var í Næstved, vardi eina viku. Føroysku leikararnir luttóku saman við 50 teim bestu leikarunum og fleiri venjarum í Danmark. Semja var um, at skuldu føroyingar kappast við onnur lond, var neyðugt við fleiri slíkum skeiðum sum hesum júst nevnda.
Á hesum sama fundi var Sverre valdur í borðtennisnevndina hjá ÍSF. Og longu á vári í 1973 var vent í holuni. Til kappingar og FM kappingarnar hetta árið og 1974 var luttøkan stór og leikarar vóru úr øllum feløgum, sum vóru tá: TBF, HB, KÍ (Glæmuni) VBF, Neistanum, Kyndli, Mimir, Fram, Hovi, Porkeri (Purkan) og Nólsoy (NÍF). Seinni komu fleiri bygdir við. Sverre segði altíð: Tað er ongin ítróttagrein, sum hóskar seg so væl til eitt lítið pláss/lítla bygd sum júst borðtennis. Ja, í prinsippinum kanst tú spæla í stovuni. Av hesum bygdum kunnu vit nevna Argir (AB 1980), Hoyvík (H71), Hvalvík (Streym 1980), Miðvágur (1980), Sumba, Gøtu, Hov, Fuglafjørð, Hvalba (Royn), Oyndarfjørð og Toftir (B68), har borðtennis hevur verið spælt.
Í fyrstani spældu gentur borðtennis. Síðan sovnaði gentuborðtennis fyri síðan at vakna aftur í endanum av 1960 árunum. Føroyameistarakapping fyri gentur varð hildin í Nólsoy í 1974. Hetta var fyrstu ferð síðan 1969, tá eiðisgentur vóru frammaliga. TBF skipaði vanliga fyri jólakappingum. Í hesum luttóku bæði kynini.
Í føroyskum blaði stóð at lesa á vári í 1974, at nú eru so nógvir luttakarar í borðtenniskappingum sum ongantíð áður, og tað er onki yvir at dylja, at tað fyri tað mesta er einum manni fyri at takka, at tað sum heild stendur so væl til við borðtennis, sum tað ger. Hesin maður er kjarnan í TBF og borðtennisdeild ÍSF´s: Sverre Midjord.
Tá formaður ÍSF´s tók til á ársaðalfundinum í 1973, at ???tað er upp á tíðina, at borðtennis eisini fær sín fyrsta landsdyst...??? ???... fór Sverre, undangongumaðurin í føroyskum borðtennis, í gongd við at fáa í lag borðtennislandsdyst við Ísland og sunnudagin 8. apríl 1973 stóðu 5 av sterkastu borðtennisspælarunum, Ísland eigur, ítróttaklæddir í fimleikarhøllini á Tvøroyri, til reiðar at leika landsdyst í móti okkum.??? Tveir unglingaleikarar vóru eisini við á ferðini at spæla í móti Føroyum.
Avtalað varð at leika nýggjan landsdyst millum londini í Reykjavík í oktober sama ár. Spælast skuldi við dreingjum, unglingum og vaksnum.
Farið varð úr Vágum til Reykjavíkar við Icelandair - Fokker Friendship propelflogfari 18. oktober.
Sverre hevði sagt, at leikararnir skuldu búgva á hotelli har yviri. Og tað gleddu teir seg til. Teir flestu vóru ikki meira enn millum 15 ??? og 18 ára gamlir. Men tá komið var til Reykjavíkar, vísti tað seg, at leikararnir skuldu búgva privat. Tá var nærmast grátur og tannagrísl hjá onkrum, sum ikki skilti íslendskt. Men tað rættaði seg.
Spælt varð í Laugardalshøllini 21. oktober. Og tá var fyrstu ferð at spæld vórðu 5 sett og talt varð upp í 21 í borðtennis. Spælt varð næstan út á midnátt. Og fleiri av leikarunum høvdu tá fingið krampa.
Dagin fyri landsdystin bleiv Sverre Midjord, í samrøðu við íslendska útvarpið spurdur um úrslitið. Hann svaraði: Vit vinna! Sverre spældi við sjálvur. Við hesum treysti varð farið til dystar.
Og Føroyar vunnu.
Hetta var fyrsti A landsdystur í nakrari ítróttagrein, at Føroyar vunnu á íslendingum. Føroyar høvdu vunnið áður á íslendingum, men bara í B landsdysti.
Hetta gjørdist tá sostatt størsta ítróttaliga hending í søgu ÍSF´s.
Ein av áskoðarunum til landsdystin var kinesiski ambassadørurin í Íslandi. Eftir landsdystin vitjaði hann føroysku borðtennisleguna. Tá sum nú var Kina ikki hvør sum helst í borðtennis.
Dagin eftir landsdystin varð skipað fyri opnari kapping, har leikarar frá ymiskum feløgum luttóku. 44 spælarar luttóku. Besti føroyingurin í hesari kapping var 40 ára gamli formaðurin í Borðtennisdeild ÍSF´s, Sverre Midjord. Hann bleiv nr. 5. og tapti bara í móti einum íslendingi, sum vann finaluna á íslandsmeistaranum.
Tá farið var heim aftur til Føroya, vóru leikararnir glaðir um, at teir høvdu búð privat. Teir komu at kenna íslendingar. Nakrir teirra skrivaðu nógv saman við teimum, teir høvdu búð hjá. Og onkrir sendu jólagávur til hvønn annan.
Fyri at gagnnýta sigurin á Íslandi fór Sverre á fund við norðurlendsku borðtennissambondini í Randers í november 1973. Har varð samtykt at góðkenna Føroyar sum sjálvstøðugt land í norðurlanda samstarvinum. Sum framhald av hesum fundi søkti ÍSF um limaskap í altjóða sambandinum fyri borðtennis. Hetta varð samtykt í 1974. Tá fingu Føroyar sum sjálvstøðugur limur rætt til at luttaka bæði í europameistaraskapinum og í heimsmeistaraskapinum í borðtennis.
Á heysti 1974 var úttøkukapping til landsliðið, sum skuldi spæla í móti íslendingum. Genturnar luttóku eisini tá, men hetta vildi blíva ein landsdystur, sum kom ikki at telja við.
Umframt at skipað varð fyri landsdystum móti íslendingum í seinnu helvt av 1970 árunum skipaði Sverri í 1970 árunum fyri fleiri venjingarlegum bæði innanlands og uttanlands við kendum útlendskum venjarum. Endamálið var at lyfta borðtennis í Føroyum upp á hægri støði og at koma longur fram, eisini viðvíkjandi føroyskum venjarum og dómarum.
Tá Sverre varð valdur til næstformann í ÍSF í 1978, bleiv Ronnie Midjord nýggjur formaður í borðtennisdeild ÍSF´s. Hetta árið fingu teir báðir avtalu við formannin í svenska borðtennissambandinum at senda svenska landsliðsvenjaran hjá kvinnum (Anders Johansson) til Føroya á páskum í 1978. Leikararnir, ið vóru úr øllum Føroyum, búðu í Hoyvíkar skúla í eina heila viku og etið varð í Keypssamtøkuni. Legan eydnaðist sera væl m.a., tí tá kom H71 fram sum eitt sterkt borðtennisfelag.
Tá landsdystur var í Íslandi í 1979 millum Føroyar og Ísland hjá vaksnum, unglingum og dreingjum gjørdist úrslitið, at teir vaksnu og unglingarnir taptu. Men okkara dreingjalandslið vann. Hetta var eitt tað besta úrslitið hjá føroyska borðtennislandsliðnum sum heild.
Grundskipanin hjá ÍSF varð broytt í 1980. Tá vórðu sersambondini stovnað. Borðtennissamband Føroya (BTSF) varð stovnað við nýggjum lógarreglum15/2 1980. Ronnie Midjord gjørdist fyrsti formaður.
Eftir FM kappingarnar vórðu loknar í mars 1980, varð farið til Europameistarakappingina í Bern í Sveiz á páskum sama árið. Sverre, Ronnie og Finnur Helmsdal vóru ferðaleiðarar. Dagin fyri setanina finna teir út av, at teir høvdu einki føroyskt flagg. Og Sverre var jú ein sambandskur javnaðarmaður. Tó bara til eitt vist. Tá ???traðkaði gamli í karakter??? og segði, at ???fáa okur ikki eitt føroyskt flagg, so marchera okur ikki inn saman við danskarunum undir Dannebrog???. Geitin hjá føroyska ferðalagnum var føroysk. Tann dagin, setanin skuldi verða, varð sagt, at geitin hevði sitið uppi ta náttina og seymað eitt flagg. Tað vistu Sverre og teir ikki, men har var so eitt føroyskt flagg, og upp á tann mátan var farið inn. Á tann hátt varð støðan bjargað. Tað var tað stuttliga við Sverra, at tá var hann brádliga tjóðskaparsinnaður.
Íslendingar vóru eisini við í Bern í 1980. Tá tóku føroyingar og íslendingar ein innanhýsis landsdyst við sama høvi.
Finn Thomsen tók við sum formaður í BTSF eftir at Ronnie Midjord gavst í 1981. Síðan 1987 hevur BTSF luttikið í Oyggjaleikunum og seinni aftur í Arctic Open. (árlig kapping millum londini í ??tnorðuri: Grønland, Ísland og Føroyar, har londini skiftast um at vera vertir). Vit kunnu siga, at eisini hetta eru fruktir av tí megnar arbeiði, ið Sverre Midjord legði í borðtennis.
Sverre var ein eldsál. Hann vildi altíð gera alt fyri at bøta um umstøðurnar hjá borðtennisleikarum og ítróttafólki sum heild. Fyri hetta fekk hann øll tey heiðursmerki, ið ÍSF hevur at lata.
Sverre legði lunnarnar undir borðtennisítróttina í Føroyum og førdi hana fram á leið. Og nú, hann hevur slept endanum, royna vit eftir bestu sannføring og førimuni at lyfta arvin og føra hann enn longur fram.
??ra verður minni um borðtennislegenduna Sverra Ingolf Midjord.
Nú frættist, at Alec Bech, ein onnur borðtennislegenda, andaðist í Esbjerg 20/11 2016. Hann varð 67 ára gamal. ??ra verður minni hans.
Borðtennissamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald