Mentan

Minningarorð um skúlamannin Jeffrei Henriksen, sum fór um sýn 27. novembur

...

2019-02-19 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri trimum mánaðum síðani andaðist skúlamaðurin, Jeffrei Henriksen, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, 88 ára gamal. Har búði hesin virkni maður óvirkin og ellismerktur seinastu árini.

Jeffrei var sørvingur og vísti frá ungum árum, at hann hevði evni og áhuga fyri útbúgving og lestri.

Mesta partin av starvsliga arbeiðslívi okkara vóru vit starvsfelagar og góðir vinir.

Fyrstu ferð, eg kom fram á navnið á Jeffrei, var, tá ið eg byrjaði sum vikarur í Bø og Gásadali á heysti í 1959. Har í skuffuni í læraraborðinum lá gamla protokollin, sum Mikkjal á Ryggi hevði verið fyrstur at skriva í. Fýra ár áðrenn eg kom hagar, var Jeffrei farin úr starvi sum ferðalærari í Bø og Gásadali, har hann hevði starvast, síðan hann tók læraraprógv í 1950. Hansara serkenda skrift kemur fram fyri meg, nú eg skal skriva hesar reglur. Vit hildu til í sama húsi í Gásadali, hjá skyldfólki hansara. Jeffrei var hálvur gásadalsmaður í kalllegg. Hann mundi vera skyldur við alla bygdina, og enn fýra ár eftir, at hann hevði verið lærari har, varð hann ofta nevndur.

Ein maður í bygdini hevði serliga stóran áhuga fyri føroyskum máli, og eg sá fyri mær, hvussu teir báðir, tey longu vertrarkvøldini høvdu sitið og vent og snarað føroyskum máliskum, og tað var til stórt gagn og til lærdóms hjá mær, at sita saman við hesum gløgga og vaksna manni, og royna at halda á við tílíkum samrøðum um mál og um ta mentan, sum hann var vaksin upp í. John æt hann.

???Hann, Jeffrei, hann plagdi at siga,??? byrjaði John, og so gekk prátið.

Eg var farin at kenna Jeffrei, sjálvt um eg ongantíð enn hevði sæð ella hitt hann.

??r Bø og Gásadali fór Jeffrei fyrst eitt ár á Læraraháskúlan í Keypmannahavn, áðrenn hann fór í nýggja starv sítt á Eiði. Á Læraraháskúlanum las hann mest námsfrøði og sálarfrøði, og har nýtti hann tær royndir, bæði óskipaðar og skipaðar, sum hann hevði gjørt sær tey 5 árini, hann hevði verið lærari, sum tilfar í ymiskum uppgávum. Hetta árið niðri kunnaði hann seg eisini um granskingarhættir, og so líðandi komu ymisk úrslit av eygleiðingum og úrslitum hansara á prent í Skúlablaðnum, og sum serprent.

Vit hittust fyrstu ferð, tá ið Jeffrei var komin til Havnar at vera lærari, og eg gekk á læraraskúla. Hann var ein sera hollur praktikklærari. Tað kendist á honum, at hann fylgdi við í rákinum á skúlaøkinum, og hann vísti mær, og helst øðrum við, m.a. á donsku tíðarritini Unge Pædagoger og Dansk Pædagogisk Tidsskrift, og á bøkunar hjá danska sálarfrøðinginum K.B.Madsen um tilelving, og hann greiddi frá, hvussu vit sum lærarar kundu geva børnunum steinar fyri breyð og taka lærihugin frá teimum, heldur enn at birta upp undir hann, um vit ikki nýttu tílíkt innlit í okkara lærarayrki. Í 1965 gjørdust vit starvsfelagar í Tórshavnar Kommunuskúla. Tað árið var hann skúlastjóri fyri Holger Bærentsen, sum var í farloyvi.

Hann var aftur á ársskeiði á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn skúlaárið 1966/67, at menna seg námsfrøðiliga, og á sumri 1968 fylgdust vit, saman við einum liði av lærarunum í Kommunuskúlanum, og nøkrum nýsettum, út á Frælsið, í nýggja Venjingarskúlan, sum var bygdur saman við Læraraskúlanum, og skuldi vera fastur venjingarskúli hjá læraralesandi tey bæði fyrstu lestrarárini.

Her var hesin gløggi, greiði, heili, holli, treysti, trúgvi og væl fyrireikaði hugsjónarmaður ein sannur fongur. Hann varð settur í rímiliga góðari tíð, og nýtti høvið at gera eina rannsóknarferð til teir skúlar, sum vóru fremstir í pedagogiskari leitan í danska ríkinum um tað mundið. Teir vóru m.a. Statens pædagogiske forsøgscenter í Rødovre, Bernadotteskolen, sum var frískúli, ið gjørdi royndir við nýggjum starvshættum, og ongum próvtølum í barnaskúlanum, Kroggårdskolen í Odense, sum tá var nógv frammi, og ikki minst Th. Langs skole í Silkeborg, sum var venjingarskúli hjá læraraskúlanum við sama navni.

Lærarar hagani høvdu fyrstu skeiðini við nýggju venjingarskúlalærarunum, og teir vóru við til at leggja lag á og eftirmeta tey fyrstu árini saman við lærarunum á Venjingarskúlanum.

Stórur dentur varð lagdur á gott lærarasamstarv, og at næmingarnir og foreldrini komu til orðanna. Skúlin fekk bæði næmingaráð og foreldraráð, og næmingarnir góvu út skúlablað. Har loysnaðu nógvar framtakshugaðar hendur, og sjálvur minnist eg tey árini sum tey bestu og mest spennandi í mínum læraralívi.

Men øll vóru ikki glað. Tey óttaðust at siðbundna skúlagongdin var í vanda, og Jeffrei hevði nógv stríð við myndugleikarnar fyri at sleppa at halda kósina. Meirlutin í skúlaráðnum í Havn sá ikki við mildum eygum at tí, at Venjingarskúlin ikki vildi hava skipaðar royndir og geva næmingunum próvtøl í barnaskúlanum, og royndi av øllum alvi at fáa felags reglugerð fyri skúlarnar í kommununi. Tað mundi helst vera tí, at Jeffrei vildi sita í skúlaráðnum. Hann sat eisini har eitt skifti. Og hóast tað var vanligt tá, at lærarar sótu í skúlaráðnum, og at summir samfelagsbólkar enn aðrir høvdu størri áhuga í tí enn onnur, so er skúlaráðsvalið í 1970 einasta skúlaráðsval, og val yvirhøvur, síðan eg fekk valrætt, at eg havi fingið áheitan frá øðrum (í tí førinum einum hýruvognsførara) sum staðiliga hava biðið meg um ikki at velja eitt navngivið valevni í skúlaráðið. Eg spurin hví, og fekk at vita, at siðspillandi óskilið á Venjingarskúlanum mátti steðgast beinanvegin.

Eg veit, at tað var tógvið stríð at halda eina frælslynta, fólkaræðisliga kós á skúlaskútuni á Frælsinum, og nú er skúlin ikki til longur.

Síðstu árini var Jeffrei lærari á Læraraskúlanum, har nógv lesandi minnast hann við gleði fyri tímarnar í føroyskum, og fyri hansara innlit í framkomnan skúlaskap.

Langt upp í árini skrivaði Jeffrei greinar um skúlaskap og gjørdi viðmerkingar. Ofta í Skúlablaðnum. Tað mesta er savnað í tveimum bókum, sum Sprotin gav út fyri umleið 10 árum síðani.

Eg eri sera fegin um at hava fingið høvi at fylgjast við honum á skúlaleiðini. Hann var úrmælingurin, sum longu í 1968 skapaði ein skúla, sum lýsir enn, eisini hjá mongum øðrum enn mær, bæði lærarum, foreldrum og næmingum, og skúlin hevði heldur ikki smætt seg burtur, um hann varð endurskapaður til næsta skúlaár.

Hvíl í friði, mikli skúlamaður og kæri vinur. Takk fyri fylgið.

Við hesum reglum sendi eg nógvar góðar tankar til tykkum báðar, Elin og Hervør, og øll tykkar, og berið aftur hesi orðini, sum Jeffrei skrivaði í gestabókina eitt kvøldi, vit høvdu sitið væl heima hjá okkum. Orðini eru tikin uppaftur eftir danska skaldið, J.P. Jacobsen." Alle gode tanker kan slet ikke dø, før andre bedre tanker er spiret af deres frø.???

Pauli Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder