2016-10-31 10:55
Tíðindaskriv frá Føroysku Sjómansmissiónin
Allahalgunardag, týsdagin 1. november, kl.14.00, skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri minningarhald teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn.
Av tí at løgmaður er burturstaddur, verður tað Henrik Old, landsstýrismaður, sum talar.
Derhard Jógvansson, prestur, hevur andaktina.
Síðani verður farið niðan til minnisvarðan í viðalundini, har Henrik Old leggur krans,
vegna Føroya Landsstýrið.
??ll eru vælkomin til minningarhaldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald