Mentan

Minningarhald í Hesti sunnudagin

...

2019-03-28 15:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú sunnudagin 31. mars verður minningarhald í Hesti í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðan syrgiliga skaðadagin, tá ið 11 mans í bygdini sjólótust.


Tað var 1. apríl í 1919, at fýramannafarið ???Hestoyggin??? fórst við fýra monnum.

Seksmannafarið ???Roysningurin??? fór við sjey monnum út at leita eftir fýramannafarinum, men ongin av bátunum vann upp land aftur, og Hestbygd misti henda dagin 11 mans í besta aldri.

Skráin fyri minningarhaldið sunnudagin verður hendan:

Kl
08.45 Teistin siglir av Gomlurætt út í Hest
09.15 Morgunmatur í bygdarhúsinum
10.30Kirkjugongd við prestunum Hera Joensen, Bergi D. Joensen og Derhardi Jógvansson
11.45Farið verður norður til minnisvarðan har borgarstjórin, Annika Olsen heldur røðu
13.00 Ábit í bygdarhúsinum
14.45 Teistin siglir úr Hesti til Gomlurætt
15.30Kórið Sólarmagn av Velbastað syngur í kirkjuni
17.00Teistin siglir úr Hesti til Gomlurætt

Kelda: Tórshavnar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder